Kyndil fekk síni fyrstu stig

ítróttur15-10-2018 - 09:27 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár spældu Neistin og Kyndil grannauppgerð í SMS-deildini. Undan dystinum hevði Kyndil einki stig fingið meðan Neistin hevði fingið fýra stig.

Dysturin byrjaði sera javnt, og fá mál komu. Eftir 15. minuttir var støðan 4-4, og tá ið komi var til hálvleiks var Kyndil á odda við einum, 8-9.

Tá ið 6. minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var Kyndil á odda 10-13, bert 3. minuttir seinni var støðan 13-14. Kyndil vann dystin 19-21 og fekk síni fyrstu stig.

Neistin: Sofie Søberg 5, Hjørdis Viðstein 4, Ingunn Kristina Persson 4, Stina Madsen 2, Drós Ragnarsdóttir 2 og Rakul Magnussen 2

Kyndil: Súna K. Hansen 9, Bára K. Hansen 7, Anja Eliasen 2, Ásleyg Súnadóttir 2 og Sólja B. Poulsen 1