Kvøldskúlaframsýning á Skúlanum á Giljanesi

mentan19-04-2018 - 17:31 - Jóanis Nielsen

Flaggdagin 25. aprí frá kl. 14:00 - 19:00


Flaggdagin 25. apríl fara næmingar í kvøldskúlanum í Vága kommunu at sýna fram handaligt arbeiði, ið teir hava evnað í vetur.

Framsýningin verður á 1. hædd í skúlanum á Giljanesi frá kl. 14:00 – 19:00
Steðgur verður, meðan flaggdagshaldið er.

Hetta verður at síggja:
Brodering v/ Sofíu Jacobsen
Seyming v/ Susan Tavsen
Veving/ v/ Poulinu Jóanesardóttir
Leirur v/ Hervør Jørgensen
Málningalist v/ Pól Skarðenni

Eftir flaggdagshaldið, ið byrjar kl. 16:00, fara gittarnæmingar hjá Holgari Jacobsen at spæla nøkur løg.
Síðan koma dansarar hjá Birgir og Hervør Samuelsen at dansa linedans.

Gentukórið Tónar selur kaffi, te og vaflur frá kl. 15:00 – 17:30

Øll eru hjartaliga vælkomin.