Kvøldarljóð í kirkjuni við Norðskála

12-09-2019 - 14:06 - Jóanis Nielsen

Kvøldarljóð í kirkjuni við Norðskála!

Sum liður í mentanarvikuni hjá Sundakommunu, bjóðar Fljóðljóð til kvøldarljóð.

Skráin fevnir víða. Tær borðreiða við ymsum frá gospel (H.C. Jochimsen) til klassiskt (John Rutter).

Alt samanbundi við stuttum hugleiðingum og eisini onkurum instrumental-innslagið.
Fljóðljóðar hevur nógvar, og góðar solistar sum tær krydra skránna við eisini.
Eisini verður onkur felagssangur við byrjan og enda av løtuni.