Kvívík: Svimjihylurin eisini opin leygarmorgnar

mentan21-04-2017 - 13:31 - Jóanis Nielsen

Kvívíkar kommuna arbeiðir miðvíst við at fáa økt um tilboðini til borgararnar. Tískil verður nú ein roynd gjørd, har svimjihylurin eisini verður opin leygarmorgnar frá kl.09.00-12.00. Reinsiskipanin, sum reinsar hylin er júst skift og lýkur hylurin nú øll krøv, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur.

Hylurin opnar aftur hóskvøldið 20.04.2017 og verður eisini opin leygarmorgunin 22. apríl.

Fram til í summar verður hylurin sum vanligt opin týsdag og hósdag. Og nú eisini opin leygarmorgnar.

Vónandi fara nógv fólk at svimja leygardagar, so hetta verður partur av upplætingartíðini hjá svimjihylinum framyvir.