Kvívík: Met nógv fólk búgva nú kommununi

vinna26-10-2020 - 10:34 - Jóanis Nielsen

Stórur fólkavøkstur hevur verið í Kvívíkar kommunu í 2020. Fyrsta januar í ár búðu 597 fólk og í dag búgva 630 fólk í kommununi, sum so eisini er tað hægsta nakrantíð. Hægsta skrásetingin áðrenn var í august 2006, tá tað vóru 618 fólk skrásett. Kommunan væntar, at fólkatalið fer at økjast munandi komandi árini, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.