Kvinnur á ting

Politikkur04-06-2020 - 17:20 - Jóanis Albert Nielsen

Kvinnur fingu í1915 valrættog valbæra til Løgting og Fólkating. Sostatt fingu kvinnur rættat verða løgtingsmaður, landsstýrismaður ella løgmaður.

Fyrstu kvinnurnar vórðu valdar áting í 1978, har okkara Karin Kjølbro var ein teirra. Fyrsta landsstýriskvinnan varð sett í 1985, ið var okkara Jóngerð Purkhús. Tjóðveldi átti eisini fyrstu landsstýriskvinnur í fíggjarmálum, vinnu- og umhvørismálum og samferðslumálum umframt yngstu landsstýriskvinnuna. Undanfarna landsstýrið var fyrsta landsstýrið í Føroya søgu við fullari javnstøðu.

16 kvinnur hava verið landsstýrismenn

28 kvinnur hava verið løgtingsmenn

1 kvinna hevur verið løgmaður

Hesar kvinnur verða í dagligari talu og í miðlunum róptar løgtings- og landsstýriskvinnur – men á pappírinum eita tær enn menn.

“Eftir løgtingsvalið í 2019 eru bert 8 av 33 løgtingsmonnum kvinnur.Um tey, ið verða vald inn á ting, framvegis skulu verða rópt løgtingsmenn, landsstýrismenn, løgtingsformenn, nevndarformenn og løgmenn, kann mann seta spurnartekin við, hvørt Stýrisskipanin leggur upp til, at hesi skulu vera annað enn mannfólk. Tíer tíðin komin til at broyta hesar orðingarnar, so tær fevna um kynini” sigur Hervør Pálsdóttir

Tíðin er búgvin at sleppa kravinum um at løgtingskvinnur skulu eita løgtingsmenn.

Tjóðveldi