Kvinnulandsliðið til Íslands

ítróttur22-11-2019 - 19:14 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun fór føroyska kvinnulandsliðið til Íslands, har tær í vikuskiftinum skulu spæla tveir venjingardystir móti íslendska kvinnulandsliðnum.

Liðini møtast á Ásvellir í Hafnafirði leygardagin og sunnudagin kl. 17.00. Talan er um dystir, sum eru liðir í fyrireikingunum til EM-undankappingardystirnar, sum verða í mars og mai mánaði 2020. Føroyar spæla úti og heima móti Ukraina í mars og heima móti Póllandi og úti móti Rumenia í mai.

Fleiri nýggj nøvn eru í hópinum, sum venjararnir Ágúst Jóhannsson og Sophus Dal Christiansen hava tikið.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, H71
Fríða Petersen, VÍF
Rakul Wardum, Skanderborg

Útileikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Durita Toftum Joensen, H71
Karin Skylv Midjord, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Ró Tova Nielsen, VÍF
Anna Brimnes, Ajax
Lív S. Poulsen, Herning-Ikast Håndbold
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Marita Mortensen, H71
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Ajax
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Fríða á Dunga, Neistin

Dystirnir verða stroymdir her:
http://www.sporttv.is/