Kvinnulandsliðið tapti í kvøld 28-16

ítróttur25-09-2019 - 22:40 - Jóanis Nielsen

Eftir ein fínan fyrra hálvleik, har støðan var 12-8 til Póllands, gjørdis munurin heldur stórur í seinna hálvleiki og gjørdist úrslitið 28-16 til Póllands.

Kvinnulandsliðið spælir aftur sunnudagin kl. 17.00 móti Rumenia í Høllini á Hálsi. Rumenia vann í kvøld 27-24 á heimavølli móti Ukraina, tað skrivar HSF.