Kvinnulandsliðið er úttikið til HM-undankappingina

ítróttur04-03-2021 - 13:12 - Jóanis Nielsen

HSF:

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Julian Johansen, hava úttikið hesar leikarar til HM-undankappingardystirnar 19. og 20. mars móti Hvítarusslandi og Sveis.


Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Útileikarar:
Tóra Eliasen, Stjørnan
Durita Toftum Joensen, H71
Ingibjørg Olsen, VÍF
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Anna Brimnes, Ajax København
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel Håndbold
Brynja Høj, Neistin

Dystirnir verða leiktir í Minsk í Hvítarusslandi. Fríggjadagin kl. 13.00 spæla Hvítarussland og Føroyar og leygardagin kl. 11.00 spæla Føroyar og Sveis. Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.

Yvirlit yvir bólkarnar í HM-undankappingini síggjast her:
https://www.eurohandball.com/.../women/world-championship/