Hálvan september skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Kekkia vitjar á Tórsvølli.

Kvinnulandsiðið úttikið

ítróttur23-08-2017 - 14:05 - Jóanis Nielsen

 Um góðar tríggjar vikur fer HM-undankappingini hjá kvinnulandsliðnum í gongd, og í FSF Varpinum hesaferð kunngerð venjarin, Pætur Clementsen, føroyska hópin til dystirnar ímóti Kekkia og Íslandi 14. og 18. september.

Í apríl mánaða í ár eydnaðist tað føroyska kvinnulandsliðnum, eftir at hava vunnið á Luksemborg, Montenegro og Turkalandi, at spæla seg víðari til komandi HM-undankapping, sum fer av bakkastokki hálvan september.

 

Fyrstu dystirnir eru ímóti Kekkia og Íslandi. 14. september spæla Føroyar og Kekkia á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, 18. september spæla Ísland og Føroyar í Reykjavík.

 

FSF Varpið hevur havt vitjan av Pæturi Clementsen, A-landsliðsvenjara hjá kvinnum, og í sendingini kunngerð venjarin hvørjar eru úttiknar til hesar báðar fyrstu dystirnar í HM-undankappingini.

 

Aftur