Kvinnuhúsið má hava betri umstøður

27-11-2020 - 15:01 - Jóanis Nielsen

Kvinnuhúsið má hava betri umstøður

Harðskapur móti kvinnum er ein samfelagstrupuleiki, sum má og skal loysast. Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty hava víst á, at áheitanir til Kvinnuhúsið eru øktar við 50% í ár, samanborið við 2019.

At talið av fráboðanum er eksploderað í ár má takast í álvara. Kvinnuhúsið ger eitt megnar arbeiði fyri harðskapsraktar kvinnur. Hetta týdningarmikla arbeiðið kann slett ikki undirmetast. Tær hjálpa kvinnum í neyðstøðum og geva møguleika fyri nýggjari byrjan.

Men eingin ivi er um, at umstøðurnar hjá teimum at arbeiða undir mugu betrast, serliga nú fráboðanirnar eru so nógv øktar.

Tí havi eg spurt landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hvørjar ætlanir hon hevur at bøta um umstøðurnar, um hon ætlar at skaffa nøktandi hølir til Kvinnuhúsið og um hon ætlar at hækka játtanina á fíggjarlógini.

Hervør Pálsdóttir,

tingkvinna fyri Tjóðveldi