Mynd: kvf.fo

Kvinnubólkurin í Vágum.

mentan07-03-2017 - 14:12 - Jóanis Nielsen

Altjóða kvinnudagin, mikudagin 8. mars kl. 19.00, skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri almennum ókeypis tiltakið í Bygdaskúlanum í Miðvági.

Evnið er: Kvinnur í Landbúnaðinum, hvussu menna vit føroyska landbúnaðin, so vit harvið gerast sjálvforsýnandi á fleiri økjum?

Lokalar kvinnur fara saman við Tróndi Leivsson at røða um evnið. Lagt er upp til at spennandi, mennandi og hugnaligt kvøld.

Sum vanligt er bæði fyrlestur, kjak og drekkamunnur á skránni.

Væl møttar

Kvinnubólkurin í Vágum.