KVF heldur áfram at verja Høgna og Dia heldur at tað stendur væl til

Politikkur10-03-2017 - 23:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag hoyrdist at Jan Højgaard, form. í Fiskimannafelagnum, ikki slapp framat tíðindasendingunum hjá KVF, tí hann er atfinningarsamur mótvegis uppskotinum hjá Høgna Hoydal. Hvar er Johnny í Grótinum, form. í fiskivinnunýskipanarbólkinum hjá Høgna Hoydal? Hvat sigur hann um uppskotið?Kann tað hugsast, at eisini hann er atfinningarsamur?

Hvar er Høgni Hoydal, landsstýrismaður? Hví stendur hann ikki fram og verjir uppskotið. KVF hevur givið honum frið og vart hann. Eisini nú tað frættist, at hann ikki kennir innihaldi og avleiðingarnar av tí uppskoti, hann sjálvur hevur gjørt og lagt fram. Ongir kritiskir spurningar frá KVF, bert eitt lítið sindur um "økiskvotur". Tað átti at veri ein spennandi søga, at ein landsstýrismaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum hann ikki kennir innihaldið í.

Hettar er prógv um, at kritikkurin frá mær og øðrum er rættur. Spurningurin er bara, hvussu longi Dia letur alt hetta halda áfram.

Jacob Vestergaard