Kunnu fáa sær grind frá klokkan 19

06-06-2020 - 18:08 - Jóanis Albert Nielsen
Tað løgdu í dag 18 hval beinini í Bø, og verður grindin býtt út til fólk í Sørvágs kommunu. Finnbogi Midjord, sýslumaður sigur við jn.fo, at frá klokkan 19 kunnu fólk fara oman á bryggjuna at fáa sær eitt kók.

Sum heild er talan um lítlar hvalir upplýsir sýslumaðurin.