Kunningarskriv frá P/f JANUAR

vinna14-11-2018 - 17:12 - Jóanis Nielsen

Roknskapargreining fyri 20 tær størstu fyritøkurnar í Føroyum í tíðarskeiðnum 2013-2017

Roknskapargreiningini av 20 teimum størstu feløgunum: Ársúrslitið hevur verið hampuliga støðugt !

Um greiningina

Hetta er 2. partur av greiningini av teimum størru feløgunum í Føroyum. Fyrsti partur umrøddi umsetningin hjá feløgunum, meðan hesin seinni parturin umrøður rakstraríkastið hjá somu feløgunum.

Ætlanin við greiningini er, at lýsa gongdina hjá føroysku feløgunum, fyri tey seinastu 5 árini, og harvið geva eitt innlit í gongdina hjá vinnulívinum.

Rakstaríkast

Samlaða rakstraríkastið hevur verið hampuliga støðugt hesi seinastu 5 árini, tó við undantaki av 2016, ið hevur verið eitt serstakliga gott ár hjá feløgunum. Av umsetninginum hjá feløgunum, hevur ársúrslitið ligið støðugt um 11,8% - 13,5%, tó við undantaki av 2016. Sí annars tabellina niðanfyri:

2013 2014 2015 2016 2017
Umsetningur (mia.) 10,1 11,3 12,0 12,5 13,2
EBIT %-partur av umsetninginum 15,9% 17,2% 16,1% 24,8% 14,5%
Ársúrslit %-partur av umsetninginum 12,9% 12,7% 13,5% 20,8% 11,8%