Kunningarskriv frá Heimatænastuni í VEKS

corona08-08-2020 - 21:58 - Jóanis Nielsen

Vestmanna kommuna skrivar:

Nú Koronasmittan aftur er staðfest í landinum, er alneyðugt, at hvørt einstakt starvsfólk, og hvør einstakur borgari, eru sera tilvitað um atferð, reinføri og fjarstøðu.

Í fyrstu atløgu gera vit tí fylgjandi inntriv, í eini roynd at fyribyrgja, at smittan rakar okkara eldru borgarar og starvsfólk:

  • Tað verður ikki møguligt hjá avvarðandi at vitja inn á Korndalsbýlið, Røktarheimið á Mørkini og Heimið á Grønanesi.
  • Ongar venjingar verða í venjingarhølunum.
  • Øll starvsfólk, sum skulu á vakt 3-4 dagar fram, verða testaði.
  • Starvsfólk inni á heimunum, og heima hjá einstaka borgaranum, skulu bera masku í samband við veitan av persónligari røkt.

Hesi viðurskiftir verða galdandi fyribils fram til fríggjadagin tann 21. august 2020.

Vit eru takksom fyri, at tú – í hesum óvanligu tíðum – ger títt til at halda Koronasmittuna burtur, bæði frá tínum egna heimi, og frá okkara ellis– og røktarheimum.