Kunningardagur um Bygningskunngerð

vinna13-03-2017 - 16:44 - Jóanis Nielsen

LV.fo skrivar:

BYGNINGSKUNNGERÐIN: Ivast tú í, hvussu nýggja Bygningskunngerðin, BK17, skal brúkast, og hvar tú kanst leita tær meira vitan, um tørvur er á tí? Kom við til BK17 kunningardag nú fríggjadagin 17. mars, og fá svar upp á allar hugsandi spurningar í sambandi við nýggju byggikrøvini.

Við ársbyrjan í ár kom í gildi nýggj byggilóggáva, sum hevur til endamáls at tryggja felags reglur fyri alla bygging í Føroyum. Í hesum sambandi hevur Landsverk, sum nú umsitur hetta málsøkið, latið prentað Bygningskunngerðina, BK17, sum ásetir minstamarkið fyri dygd á bygging við ávikavist funktiónskrøvum og tekniskum krøvum.

Kunngerðin tekur heimild í byggilógini frá 2012, sum hevur til endamáls at tryggja, at felags reglur eru settar í verk fyri bygging í Føroyum. Teir átta kapitlarnir í nýggja bóklinginum taka støði í øllum frá byggistyrki, til bjálving og brunaviðurskifti. Talan er um eitt regluverk, ið kemur bæði borgara og samfelagi til góðar.

Landsverk, sum fekk hetta málsøkið at umsita frá 1. januar 2017, hevur vegleiðandi leiklutin av reglugerðini yvir fyri kommununum, meðan kommunurnar vegleiða sínum borgarum og greiða allar vanligar spurningar og ásetingarnar í kunngerðini.

Í sambandi við gildiskomuna og útgávuna av Bygningskunngerðini skipar Landsverk fyri kunningarátakinum “Kom væl frá byrjan” í Skálanum í Norðurlandahúsinum nú fríggjadagin 17. mars. Umframt kunning sum heild verður høvi at seta spurningar til teir ymsu partarnar í Bygningskunngerðini. Øll eru vælkomin frá kl. 12.30 til lætt ábit. Byrjað verður stundisliga
kl. 13.00, og tiltakið endar kl. 16.00.

Tilmelding
Tilmelding fer fram umvegis teldupost tilMaLu@lv.foog við at rinda kr. 300,00 fyri hvønn luttakara á kontu nummar 9181-128.220.6 í Eik innan mikudagin 15. mars kl. 13.00. Við í luttøkugjaldinum er lættari ábit og eitt prentað eintak av Bygningskunngerðini 2017.

Skráin:
Kl. 13.00: Vælkomin
Ewald Kjølbro, stjóri, Landsverk

Kl. 13.15: Leikluturin hjá Landsverki
Landsverk fekk Bygningskunngerðina at umsita 1. januar 2017, samstundis sum nýggja Bygningskunngerðin kom í gildi. Men hvat inniber uppgávan, og hvørjar tænastur bjóðar Landsverk kommunum og øðrum í hesum sambandi?
Ólavur Jóannesarson Hansen, løgfrøðingur, Byggideildin á Landsverki

Kl. 13.45: BK17 og arbeiðstakarin
Hvat hevur nýggja Bygningskunngerðin at týða fyri byggivinnuna í Føroyum? Hvørji atlit skulu nú takast, og hvussu fer hetta at merkja føroyska bygging framyvir?
Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari, J&K Petersen
Kl. 14.15: BK17 og kommunala umsitingin
Hvussu fara kommunurnar at merkja hesa broyting, og hvussu skulu tær nú umstilla seg til nýggju krøvini?
Marius Müller, deildarleiðari á Byggi- og umhvørvisdeildini, Tórshavnar kommuna

Kl. 14.45: Orkutørvur í bygningum & orkuforritið Be10
Hvør er orkutørvurin í bygninginum, orkukarmurin og orkuforrit Be10, og hvussu skulu orkukrøvini eftirvísast?
Ragnar K. Mouritsen, sivilverkfrøðingur, RAM

Kl. 15.15: Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið skipa fyri skeiðsrøð
Byggiharrasamtakið og Ráðgevarafelagið fara í felag at skipa fyri eini røð av viðkomandi skeiðum í hesum árinum, ið gjølla fara at lýsa nøkur av høvuðsevnunum í nýggju Bygningskunngerðini.
Selmar Nielsen, stjóri og arkitektur, SNA og umboðandi Ráðgevarafelagið

Kl. 15.30: Viðkomandi skeiðstilboð fyri framman á Skeiðsdeplinum
Eisini Skeiðsdepilin fer í næstum at skipa fyri nøkrum viðkomandi skeiðum, ið skulu hjálpa áhugaðum at koma væl frá byrjan við nýggju byggikrøvunum. Eitt tvey daga skeið verður í mars um BK17, eitt annað í mai/juni um, hvussu ein orkuramma fyri sethús kann gerast, og eitt triðja skeið verður eftir summarfrítíðina um fukt.
Heðin Gásadal, lærari á Glasi

Á BK17 degnum hittir tú:


Ólavur J. Hansen Eyðfinn Lenvig Marius Müller
Løgfrøðiligur ráðgevi Tøknileiðari Deildarleiðari
Byggideildin J&K Petersen Byggi- og umhvørvisdeildin
Landsverk Tórshavnar kommuna


Ragnar K. Mouritsen Selmar Nielsen Heðin Gásadal
Sivilverkfrøðingur Stjóri, arkitektur, SNA Lærari
RAM Sp/f Ráðgevarafelagið Glasir