Kunning um ymsu arbeiðini, sum eru í gongd í Kommununi

politikkur21-07-2017 - 13:21 - Jóanis Nielsen

Kunning um ymsu arbeiðini, sum eru í gongd í Kommununi

Arbeiðið við at breiðka Víkarvegin hevur gingist væl, og fer Kreton, sum gerð arbeiðið at asfaltera inna heilt stutta tíð, og so er bert eftir at strika vegin.
Articon, sum gerð kirkjugarðin, eru eisini komnir væl áleiðis, og hava teir grivið moldini av, so nú er skjótt klárt at spreingja. Innan stutta tíð fer Dia at laga niðara garðin og er ætlanin at alt arbeiðið verður liðugt einaferð heyst.
Arbeiðsmenninir hava miðvíst arbeitt við at fáa lagt vatn, el, og onnur rør í bátahylin á Válinum. Tað arbeiðið er komið væl áleiðis. Umleið hálvan august er ætlanin at fáa sett el-skáp upp og stakitt, og er enn ætlanin at taka hann í brúk síðst í august ella fyrst í september.