Kunngerð frá Vága kommunu

16-05-2018 - 22:06 - Jóanis Albert Nielsen

Við heimild í §6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við

seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 14. maj 2018

samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu fyri sethúsaøkið við Olivarsveg og

Dagmarsgøtu í Miðvági soleiðis, at matr. nr. 128d, 190g og partur av matr. nr. 12c, 287, 295a

og litra ‘am’ í Miðvági verða broytt til B5-øki: sethúsaøki - serstøk byggisamtykt.

Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í

arbeiðstíðini frá mikudegnum tann 16. maj 2018 til hósdagin tann 06. juni 2018, báðir dagar

íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta

lagi mikudagin tann 27. juni 2017.