Her síggja vit U13 A gentir, har Osla Johannesen úr KBF vann gull, silvur vann Margreta í Buð úr KBF, meðan Inga Guðrin Samuelsen og Naomi Rajani Færø úr HBF vunnu bronsu.

KSS-Open í badminton seinasta vikuskifti í Klaksvík

ítróttur24-09-2020 - 14:56 - Jóanis Nielsen

 Seinasta vikuskifti var KSS-Open í badminton í Klaksvík.  Hetta er GP1, sum er fyrsta av fimm Grand Prix kappingum í vetur. 

Tað vóru 132 leikarar tilmeldaðir og blivu áleið 260 dystir leiktir. Hetta er nakað minni enn seinasta ár og væl minni enn fyri 4 árum síðani, tá vit settu met, tá vit í KBF hildu eina kapping við 218 leikarum, og næstan 400 dystir vóru spældir.

HBF hevði 73 leikarar, ÍF hevði 11 leikarar, MBF hevði 2 leikara og KBF hevði 46 leikarar.

Leygardagin spældu børn og ung til og við U17. Tá var spælt í Badmintonhøllini og KÍ-høllini.  Atlit vórðu tikin til Covid-19, so øll vórðu skrásett, tá tey komu inn, og hvør leikari hevði bert loyvi at hava ein afturat við inn í høllina.  Hvør høll var atskild, soleiðis at tað ikki kundi gangsat ímillum hallirnar.

Sunnudagin spældu tey vaksnu og var bert brúk fyri badmintonhøllini.

Spælt varð í 21 bólkum, frá U11 til U17 og so eisini vaksin.  Hvør aldur varð eisini deildur upp eftir styrki frá A bólki til D bólkin.  Men ikki allir bólkar vórðu mannaðir, so summir bólkar blivu samanlagdir.


Í U11 vann KBF 3 bólkar og HBF vann 2 bólkar.

Í U13 vann HBF 3 bólkar og KBF vann 2 bólkar.

Í U15 vann HBF 4 Bólkar og KBF vann 1 bólk.

Í U17 vann KBF 3 bólkar og HBF vann 1 bólk.

Hjá teimum vaksnu vann HBF bæði hjá monnum og kvinnum.

Aftur í ár var tað Klaksvíkar Sleipistøð, sum var stuðul av Grand-Prix 1, og fekk kappingin navnið KSS-Open 2020, og eru vit í Klaksvíkar Badmintinfelag sjálvandi sera fegin um tað :-)


Kappingin gekk væl:-)