KSS fingið nýggja heimasíðu

25-05-2019 - 11:01 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við altjóða framsýningina “Atlantic Fair 2019”, ið hevur verið hildin í Klaksvík hesa vikuna, hevur KSS - Klaksvíkar Sleipistøð latið gera nýggja heimasíðu.

 

Nýggja heimasíðan, ið er gjørd av Krea. Hon er nútímans, snøgg og væl úr hondum greidd, og lýsir hvat KSS bjóðar av tænastum, útgerð og eykalutum.

 

Í løtuni hevur fyritøkan umleið 70 fólk í starvi og hevur um 30 tænastubilar.

 

Vitja heimasíðuna www.kss.fo