Mynd:Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa í Føroyum í 2005. Dimmalætting eigur myndina

Krúnprinsafamiljan til Føroya: Úr Havn til Hattarvíkar

15-08-2018 - 20:43 - Jóanis Albert Nielsen

Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja Føroyar í komandi viku. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum byrjar hósdagin tann 23.august.

"Tað eru 13 ár síðan, at danska krúnprinsaparið vitjaði seinast. Samstundis er hetta fyrstu ferð, at øll krúnprinsafamiljan er í Føroyum, so vit gleða okkum nógv at vísa teimum oyggjarnar. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann krúnprinsafamiljan gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel. V. Johannesen, løgmaður.

Á ferðini vitjar krúnprinsafamiljan í Havn, Klaksvík, Kirkju, Hattarvík, Mikladali, Runavík, Hvalvík, Haldórsvík, Tjørnuvík, Sandavági og í Bø.

Krúnprinsafamiljan fer av landinum aftur seinnapartin sunnudagin 26.august.