Krónprinsurin lendi í Vágum um hálvgum tvey tíðina

top12-08-2019 - 15:40 - Jóanis Nielsen

 Tá ið Atlantic Airways lendi um hálvgum tvey tíðina í dag, tá var krónprins Frederik millum ferðafólkini.

Vit hava spurt kongahúsið, hvat ørindini eru í Føroyum. Sagt verður, at krónprinsurin er í Føroyum í samband við eina filmsupptøku um ríkisfelagskapin, filmurin verður vístur í DR í heyst.