Kristina Háfoss ógegni í Eik málinum

politikkur21-02-2017 - 11:13 - Jóanis Nielsen

Munnligur fyrispurningur

Til

Løgmann

viðvíkjandi gegni í kanning av TAKS íEIK-málinum

1.Heldur løgmaður, at KristinaHáfoss, landsstýriskvinna, er gegni at standa fyri kanning av TAKS íEik-málinum?
2.Ætlar løgmaður at flyta hetta málið í annaðstórnarráð?

Viðmerkingar

Í miðlunum hevurskattamáliðmillum TAKS og EIK fylt rættuliga nógv. Eftir nógv ár, er TAKS koma til endaliga niðurstøðu og málið er enda.

Nú er KristinaHáfoss, landsstýriskvinna, farin undir eina kanning av TAKS, um hvussu hesin stovnur hevur viðgjørt málið.

Tá Eik upprunaliga bað um nógv umrødda frádráttin, var KristinaHáfossí starvi hjáTF-samstakinum, sum eigur EIK. Hon sat tá hinumegin boriðog var juridiskur ráðgevi hjá samtakinum, sum ikki var í iva um, at tey áttu frádráttin.

TAKS gav teimum fyrst frádráttin, men nú broytt støðu og hevur tikið frádráttin aftur.

Nú siturLandsstýrikvinnanhinumeginborið og skal kanna hví TAKS nú er komi til aðra niðurstøðu.

Her kann av sonnum setast spurnartekin við gegni.

20. feb. 2017

JørgenNiclasen, tingmaður