Kristin Michelsen ikki longur partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum

Politikkur03-01-2019 - 13:20 - Tóri Nielsen

Aksel V. Johannesen hevur í dag boðað Kristini Michelsen frá, at hann ikki longur er partur av tingbólki Javnaðarfloksins og heldur ikki verður valevni fyri flokkin til komandi val.

- Kristin Michelsen, tingmaður, boðaði í januar 2018 alment frá, at hann ikki kennir seg bundnan til at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, men tekur persónliga støðu frá máli til mál. Henda støða ikki er haldgóð. Harumframt hevur Kristin Michelsen eitt arbeiðslag, ið eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki kann góðtaka, sigur Aksel V. Johannesen í kunningarskrivi í dag.