Kristin Michelsen BHS viðmerking 8. mars 2021

politikkur08-03-2021 - 11:26 - Jóanis Nielsen

 Góði Tvørafólk. 

Nú er aftur ósemja í býráðnum á Tvøroyri og umboðini fyri javnaðarflokkin birta sum so ofta fyrr, undir klandur og ófrið, og hava fragd av at seta Tvøroyri í ringt ljós kring um alt landið. Hesaferð er tað so valið av stýrisliminum til Bú og Heimatænastuni sum javnaðarflokkurin kærur um, og vil hava kommunala eftirlitið at geva teimum. Valið av stýrislimunum til bú og heimatænastuna er annars fari fram á sama hátt sum undanfarin ár, og á sama hátt sum verður gjørt í øðrum kommunum kring landi. 

Sýnist sum javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyri eru meira upptikin av flísini í eygunum hjá øðrum, men síggja ikki allar bjálkarnar í teirra egnu eygum. Teirra ovurhonds stóri tørvur á at spjaða ringa umtalu av Tvøroyri á FaceBook, fyri at behaga tey somu 9 fólkini, sum upp í saman tumla upp við tómum viðmerkingum tekur ongan enda. 

BHS samstarvið er grunda á løgtingslóg, sum ásetur at allar kommunurnar í Suðuroynni eru umboðaðar í BHS av teirra borgarstjóra, sum er føddur limur í stýrinum. Lógin ásetur, at ein av borgarstjórnum skal vera stýrisformaður. Og fyri at skapa javnvág millum vald og gjald, ásetur lógin eisini at tær kommunurnar við fleiri enn 1000 íbúgvum (Vág og Tvøroyri) velja eitt umboð millum býráðslimirnar í stýrið afturat borgarstjóranum. 

Stýrið fyri BHS er sostatt samansett av borgarstjóranum úr Sumba, Vági, Porkeri, Hov, Fámjin, Tvøroyri og Hvalba. Meðan Vágs og Tvøroyrar kommuna eisini vera umboðaðar av hesum eina liminum, sum stríði nú er um. Vanliga hevur hesin stýrislimurin verið formaðurin í Sosialu nevnd í ávikavist Tvøroyri og Vági, og hevur saman við borgarstjóranum mynda stýrið í BHS. Men nú hevur javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri so kært hesa avgerðina, við kravi um at kommunalaeftirlitið gevur javnaðarflokkinum hetta umboði. 

Fatanin hjá kommunalaeftirlitinum til kæruna hjá javnaðarumboðunum er annars varpa kring um land og bý á FaceBook, áðrenn Tvøroyrar kommuna hevur fingið tíð til at lesa hesa. Kommunala eftirlitið skrivar í niðurstøðuni at brævi er sent til Tvøroyrar kommunu og BHS, og at talan er um navnleysa niðurstøðu, og er tí at meta sum trúnaðarskjal. Kortini verður innihaldið í brævinum deilt á FaceBook av javnaðarmboðinum, stutt eftir at Tvøroyrar kommuna móttekur brævið fríggjadag eftir arbeiðstíð. 

Kommunalaeftirlitið sigur seg hava eina fatan av at valið skal fara fram av nýggjum. Hetta er borgarstjórin ikki samdur um, og ynskir at kanna hesa fatanin hjá kommunalaeftirlitinum væl og virðiliga, áðrenn støða verður tikin til um valið av stýrislimum til BHS verður av nýggjum. Borgarstjórin meinar ikki at fatanin hjá kommunala eftirlitinum samsvarar við lógina og er í trá við uppruna ætlanina um kommunalt samstarv um eldrarøkt. 

Kommunalaeftirlitið skrivar í grundgevingini at teirra fatan er, at sessurin hjá borgarstjóranum telur við í býti av stýrislimum. Hetta er borgarstjórin ikki samdur um, grunda á, at henda áseting er ikki staðfest í lógini um kommunalt samstarv um eldrarøkt. 

Borgarstjórin hevur tað fatan, at Tvøroyrar kommuna skal bert velja 1 fastan lim í stýrið fyri BHS. Lógini um samstarv á eldrarøkt staðfestur, at tær kommunur við fleiri enn 1000 íbúgvum velja 1 umboð í stýrið afturat borgarstjóranum. Og hesin eini limurin verður tí valdur eftir meirilutavalháttinum sambært §2 í kommunustýrislógini. 

Ásetingin at sessurin hjá borgarstjóranum telur við í býtið av stýrislimum er heldur ikki nevnd í kommunustýrislógini kap7 §35, tá kommunur velja limir í aðrar nevndir, sum í hesum førinum. Stýrislimurin í BHS verður valdur eftir Kap7, §35, sum ásetur at skal kommunustýrið velja eitt umboð, fer valið fram eftir meirilutavalháttinum. 

Ásetingin um at sessurin hjá borgarstjóranum telur við í býti av nevndarlimum er einans beinleiðis ásett í kommunustýrislógini kap 6, §28, tá føstu politisku nevndirnar vera valdar, eitt nú í fíggjarnevndina, teknisku nevnd, sosialu nevnd, mentanarnevndina. 

At lógin um eldraøkið kundi verið meira greið er borgarstjórin samdur um. Men borgarstjórin á Tvøroyri góðtekur ikki uttan víðari, at Tvøroyrar kommuna, sum tann størsta kommunan í BHS samstarvinum ikki verður umboðað í stýrinum samsvarandi vald og gjald. 

Raksturin av BHS er omanfyri 60 milliónir um ári, og parturin hjá Tvøroyrar kommuna er 21 milliónir krónur. Tað gevur onga meining at Tvøroyrar býráð er umboða í BHS stýrinum av býráðslimi, sum ikki tekur undir við býráðssamtyktum, og ikki fylgir viljan hjá býráðnum, tá útvið 1/3 av fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fer til raksturin av BHS. Henda játtan skal brúkast við skili, og koma eldrarøktini og samstarvinum til góðar, sambart viljan, vald og gjald, hjá Tvøroyrar býráð. 

Tá samstarvið um eldrarøkt bleiv lagt út til kommunurnar at umsita 1 januar 2015 var ætlanin, at javnvág skuldi vera millum vald og gjald. Tí var ásett í lógini, at tær størru kommunurnar, við fleiri enn 1000 íbúgvum skulu vera sterkari umboðaðar í stýrinum enn tær smáu. 

Henda fatanin hjá kommunalaeftirlitinum gongur beint ímóti hesari grundætlan og viðførur, at størri kommunurnar nú ístaðin missa teirra styrk í stýrinum, tá 1 limur ikki umboðar býráðsviljan, men gongur ímóti ynskjum og samtyktum hjá býráðnum, sum viðkomandi annars umboðar. 

Kristin Michelsen, Borgarstjóri