Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag hevur aðalfund í Sandavági

mentan28-05-2019 - 15:02 - Jóanis Nielsen

Sum vant hevur einasta skipaða lurtara- og hyggjarafelag í Føroyum aðalfund Kristi himmalsferðardag, sum í ár er 30. mai. Fundurin verður í Meinigheitshúsinum í Sandavági. Klokkan 14 er aðalfundur, og klokkan 17 er alment sangmøti.

Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag varð stovnað í 1959, tvey ár eftir Útvarp Føroya. Endamálið er at virka fyri kristiligum sendingum í almenna kringvarpinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi, eitt nú gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði og so framvegis. Eisini vil felagið arbeiða ímóti, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar. Við øðrum orðum vil felagið verja, økja og styrkja um kristiliga tilfarið í almenna Kringvarpinum.

Felagið hevur eisini ein útbúgvingargrunn, sum kann stuðla teimum, ið ætla sær at fáa sær útbugving á fjølmiðlaøkinum og taka undir við endamáli felagsins.

Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag er skipað sum ein limafelagsskapur við meira enn 1.000 limum. Árliga limagjaldið er 100 krónur, og ein kann tekna seg sum lim, um ein er fyltur 14 ár.

Í orðaskiftinum, ið verður beint eftir aðalfundin, hugsa vit at seta hesar spurningar :
Hvønn leiklut hevur Kringvarp Føroya sum mentanarberi í Føroyum, og hvørjar ætlanir hevur Kringvarp Føroya fyri mentanarøkið komandi árini. Serliga ynskist spurningurin svaraður við atliti at kristiligari mentan og mentanararvi, og hvussu hetta verður vekta í samlaða bílætinum.
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag er 60 ár í ár, og felagið hevur umleið 1100 limir. Hvønn týdning og hvørja ávirkan hevur hetta havt og hevur í dag, tá ið mentanartilfar verður lagt til rættis ? Er hetta naka, sum verður tikið við í metingini ?
Lutakarar verða Ivan Niclasen stjóri í KVF og Jógvan á Lakjuni fyrrverandi landstýrismaður í mentamálaráðnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.