Kristiligar cruiseferðir við Norrønu

Mentan25-09-2017 - 07:33 - Jóanis Albert Nielsen

Norrøna má sigast at vera eitt satt gospelskip. Í juni mánada vóru ikki færri enn 100 luttakarar á bíbliu- og tónleikaferð við Norrønu, og í august vóru 230 luttakarar á gospeltúri. T.v.s. at í alt hava tað verið 330 føroyingar, sum hava verið kristiliga cruiseferð við Norrønu í summar – Norrøna er stak væl egnað sum cruiseskip!

Í døgunum 20 – 23 august varð skipað fyri Gospeltúri á leiðini millum Tórshavn og Hirtshals. Tað var sangarin og fløguíbirtarin Eyðun Jacobsen, sum var samskipari av ferðini. Eyðun sigur í tíðindaskrivi, at undirtøkan var sera góð, tí við teimum 230 luttakarunum var túrurin útseldur.

Tað, sum eyðkendi túrin var, at skráin fevndi yvir tað mesta av skipinum, soleiðis at skilja, at tað varð sungið og spælt í øllum hølum umborð samstundis, hetta tí, at fleiri skráir koyrdu paralelt og tónleikararnir vóru nógvir.

Av tónleikarum kunnu nevnast: Petur Hans Hansen við bólki, Victor Carlsen, Magni Chrstiansen, Svein í Prestgarði, Oasubrøðurnir og fleiri onnur. Eisini vóru framførslur við gestasangarum, sum ikki vóru við í upprunaskránni. Eisini hesar vóru sera væl móttiknar av áhoyrarunum.

Eyðun Jacobsen skipaði eisini fyri panelorðskifti um tónleik. Luttakararnir í orðaskiftinum vóru Svein í Prestgarði, Magni Christiansen og Victor Carlsen. Eyðun sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at ein av niðustøðunum hjá panelinum var, at undir almennum sangframførslum er tað alneyðugt, at evangeliið kemur greitt fram.

Ferðin varð væl móttikin av teimum 230 luttakarunum. Ein av luttakarunum, Jógvan Dam Hansen, tekur soleiðis til: “Gospeltúrurin komin at enda. Ein túrur, har oyst var úr ríka sangskattinum, ið vit hava fingið og eru signað við, og har boðskapurin var sungin inn í hjørtuni. Nakað ein kann taka við víðari á leiðini.”

Eyðun Jacobsen sigur, at um Gud vil, so verður aftur skipað fyri Gospel-cruise við Norrønu næsta ár, og her kann man leggja afturat, at um Gud vil, so verður eisini skipað fyri bíbliu- og tónleikaferð við Norrønu komandi summar.