KRIS: Hagtøl fyrra hálvár 2019

22-08-2019 - 11:00 - Jóanis Albert Nielsen

 Samanborið við sama tíðarskeið fyri 2017 og 2018

Frá 1. januar til 30. juni í ár vístu hagtølini, at í alt 69 menniskju hava vent sær til KRIS fyrra hálvár í ár. Sama tíðarskeið í fjør var talið 44.

page2image40724016page2image40722144page2image40723808

Hagtølini hjá KRIS fyri fyrra hálvár 2018 og 2019 vísa, at tað vóru 25 fleiri áheitanir í 2019, samanborið við sama tíðarskeið 2018.

Kynsbýtið í 2018 er 33 kvinnur og 11 menn, meðan 2019 vísir, at kynsbýtið er 58 kvinnur og 26 menn. Um vit hyggja eftir tølunum fyri sama tíðarskeið fyri 2017, vísa tey kynsbýtið at vera 56 kvinnur og 18 menn.

Árini 2017, 2018 og 2019 vísa ávikavist 24%, 25% og 33% av áheitanum frá monnum, sum venda sær til KRIS. Hesi tøl vísa, at tað nú eru fleiri menn, sum venda sær til KRIS.

Orsøkin til at KRIS fær fleiri áheitanir frá monnum kann koma av, at KRIS tey seinastu 2 - 3 árini í størri mun hevur havt sjóneykuna á monnum. T.d. hava verið framløgur og onnur átøk, har menn hava sagt frá teirra upplivingum, tá teir vóru smádreingir1.

Hagtølini hjá KRIS vísa, at fyrra hálvár í ár hava í alt 25 fleiri menniskju vent sær til KRIS, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

KRIS hevur til endamáls at geva menniskjum við seinárinum av kynsligum ágangi vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang í samfelagnum.

Grein 19 í Barnarættindasáttmálanum sigur m.a. at:

Luttakaralondini skulu seta í verk øll hóskandi lóggávulig, fyrisitingarlig, samfelagslig og útbúgvingarlig tiltøk til at verja barnið fyri øllum sløgum av kropsligum ella sálarligum ágangi, skaða ella misnýtslu, vanrøkt ella vanrøknari viðferð, harðskapi ella

úrnýtslu, m.a. kynsligari misnýtslu, meðan foreldrini, verjin ella onnur hava barnið undir hond.

Nú stundar til val og flokkarnir kappast um at sleppa framat við lyftum um batar á øllum økjum

Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi. Og fyri tey, sum hava verið fyri ágangi, eiga vit at gera alt, vit eru før fyri, til tess at bøta um árinini. Latið okkum sum land taka hetta álvarsmál upp. Latið okkum saman taka okkum betri av okkara børnum, ungu og vaksnu.

page3image42838912

1http://kris.fo/2017/08/16/kris-vitjan-ur-noregi/ http://kris.fo/2019/02/20/fyrilestur-tad-tu-ikki-sa/