KRIS á rundferð

mentan02-03-2020 - 14:09 - Jóanis Nielsen

KRIS á rundferð

"Nýggjar leiðir"

Kunningartiltakið um seinárin, ið koma, tá tú er blivin vaksin, eftir at hava verið kynsliga misbrúkt/misbrúktur.
Tiltakið hesaferð verður í hølunum hjá KRIS á Kneysum 6 , Toftir , mikukvøldið 4 mars kl 18.30.
Tiltakið "Nýggjar leiðir" er tað fyrsta á ferðini kring landið. Einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við seinárinum av kynsligum ágangi kunnu ganga nýggjar leiðir og fáa eitt virðiligt lív.
Tiltakið er alment og er ætlað øllum – bæði fakfólki og teimum, ið eru áhuga at vita meira um evnið.
Skráin er hendan: dagligi leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West tosar um kynsligan ágang og hvussu nógvan skaða tað ger. Síðan fara tvær lokalar kvinnur at greiða frá, at tað ber til at liva við sorgini og ikki í sorgini. Onnur teirra er ein mamma, sum greiðir frá, tá dóttirin bleiv kynsliga misnýtt, og hvussu tey í dag liva eitt virðiligt lív. Hin kvinnan greiður frá, hvat kynsligur ágangur gjørdi við hana, og hvussu hon í dag livir eitt virðiligt lív. Aftaná framløgurnar ber til at spyrja inn til fyrilestrarnar.
Tiltakið endar kl 20.30.



À skránni er: Tvær lokalar kvinnur koma at greiða frá, tað ber til at liva við sorgini og ikki í sorgini. Ein mamma greiðir frá tá dótturin bleiv kynsliga misbrúkt og hvussu tey liva eitt virðiligt lív í dag. Ein kvinna greiðir frá hvat kynsligur ágangur hevur gjørt við hana og hvussu hon í dag livir eitt virðiligt lív. Leiðarin í KRIS Gvøðbjørg West tosar um kynsligan ágang , hvussu nógvan skaða tað ger. Fundurin endar ca kl 20.30