KRF hevur sett venjarar

ítróttur20-04-2019 - 17:47 - Jóanis Albert Nielsen

Sum liður í miðvísu menningini í felagnum, hevur Klaksvíkar Róðrarfelag gjørt avtalu við Barbaru V. Simonsen, Brand Kjølbro og Magnus Norðberg um at verða knýtt at felagnum sum venjarar.

Øll trý eru væl kend í føroyska róðrarumhvørvinum, sum framúr rógvarar og Magnus eisini sum venjari.

Felagið ynskir teimum trimum hjartaliga vælkomnum, og sær við spenningi fram til eitt fruktagott samstarv og eitt gott kappingarár.

Tey takka fyri álitið og fegnast um at vera partur av einum góðum róðrarhópi og rokna við at kunna gera mun, so úrslitini í felagnum fjølgast enn meir.