Kreppuhjálpin fór í gongd beinanvegin

mentan12-12-2019 - 14:31 - Jóanis Nielsen

 Eftir keðuligu hendingina í Miðvági mánakvøldið, skrivaðu vit á JN.fo í gjákvøldið um manglar í kreppuhjálpini - sí HER.

Í dag hava vit spurt okkum fyri, og hava fingið váttað, at arbeiðið við at veita kreppuhjálp longu byrjaði tíðliga týsmorgunin - í tí arbeiðinum var hugsað um avvarðandi og grannalag. Fyrstu samrøðurnar vóru longu seinnapartin týsdagin.

Í kvøld er ætlanin at hava ein fund við fólk úr grannalagnum.

Í hesum føri er tað Vága kommuna, sum saman við tilbúgvingini í kommununi, ið hevur sett kreppuhjálpina í verk.

Fyri eini 10-15 árum síðan, stovnaði Vága Bjargingarfelag ein kreppubólk við nógvum góðum fólki, men tað datt tíverri niðurfyri - spurningurin er, um ikki skal fáast lív aftur í tiltakið hjá Vága Bjargingarfelag.