Nýggjastu


Koronakanningar: Bíleggja tíð í Klaksvík

corona24-10-2020 - 12:30 - Jóanis Albert Nielsen

Frá mánadegnum skulu øll, ið lata seg kanna fyri koronu í Klaksvík, bíleggja sær tíð til kanning.


Øll, sum lata seg kanna, skulu bíleggja tíð til koronukanning inni á https://kanning.corona.fo

Tá tú hevur bílagt, fært tú eina kvittan á telefonina og teldupost. Tað er umráðandi at hava hesa við sær til kanningina. Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum, verða fólk biðin um at møta til ásettu tíð.

Upplatingartíðirnar verða hesar:
Mánadag kl. 9-11
Mikudag 9-11
Fríggjadag 9-11

Møtið stundisliga – og havið kvittanina við.

Hetta er ein talgild bíleggingarskipan, sum Smyril Line hevur ment til endamálið. Skipanin er einføld og løtt at brúka, men tey, ið hava trupulleikar við skipanini hava møguleika at ringja á 304545 og fáa hjálp.