Konsert við Siloakórinum

mentan19-05-2018 - 23:40 - Jóanis Nielsen

Tað er mestsum vorðið siðvenja, at Siloakórið í Fuglafirði býður til konsert hesa ársins tíð, áðrenn farið verður í summarfrí.

Í ár verður heldur ikki nakað undantak.

Kórið hevur konsert í Siloa 2. hvítusunnudag, tann 21. mai kl. 19. Á skránni eru sangirnir, tey hava vant hetta seinasta árið. Hetta eru fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum – teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, ið syngja saman við kórinum.

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Øll eru vælkomin, og aftaná konsertina verður ein drekkamuður at fáa.