Konsert við Ólavi Højgaard og vinum úr Vestmonnum

mentan25-01-2018 - 17:24 - Jóanis Nielsen

Enn eru nøkur atgongumerki eftir til útgávukonsertina við Ólavi Højgaard og vinum úr Vestmonnum, sum verður á Bryggjuni leygarkvøldið 27. januar 2018 kl. 19.30.

Atgongumerki á 150 kr. fáast til keyps á Kommunuskrivstovuni.
Ikki seld atgongumerki verða seld við dyrnar.