Mynd: Jonleif Joensen.

Konsert við Musica Ficta í Vestmanna kirkju í kvøld

mentan30-08-2019 - 14:31 - Jóanis Nielsen

Í kvøld, 30.08 kl. 18.00, verður konsert við danska kórinum Musica Ficta undir leiðslu av Bo Holten. Konsertin er ókeypis.

Madrigalens Renæssance

Vokalbólkurin Music Ficta syngur italienskar madrigalar.

Við stuðli úr Beckett - grunninum fóru Music Ficta við Bo Holten á odda í 2016 holt við eina trý ára langa verkætlan við tí endamáli, at tey skuldu spesialisera seg í at framføra italienskar madrigalar úr seinrenessansuni. Tey hava nú arbeitt við tónleikinum í tvey ár og eru komin sera langt. Tey hava lært eitt sera stórt repertoire við tónleiki eftir størstu tónaskøldini: Marenzio, Monteverdi, Luzzaschi, Gesualdo, Wert osfr. Tey hava við upprunanótum og teoretiskum verkum granskað, hvussu madrigalarnir eiga at pyntast við tónlistaligum prýðum, og hvussu ein kann improvisera innan hetta tónleikaslagið - nakað, sum vit eisini kenna úr nútímans jazzi.

Madrigalarnir eru smáar tónlistarligar leikmyndir, sum ofta lýsa óeydnusaman (og ofta sera erotiskan) kærleika. Madrigalarnir komu áðrenn operuna, sum kom fram í sama tíðarskeiði, og tá tú hoyrir teir, skilir tú beinanvegin, at man fekk íblástur til at pallseta hesi smáu tónlistaverkini.


Luttakarar:
Ann-Christin W. Ingels, Sopran
Christine Nonbo, Sopran
Eva Wöllinger-Bengtson, alt
Daniel Carlsson, kontra
Tobias Aabye Dam, tenor
Josef Hamber, tenor
Rasmus Kure Thomsen, bass
Lauritz Jakob Thomsen, bass