Konsert við Bethel Music

mentan04-07-2018 - 13:56 - Jóanis Nielsen

5. august verður konsert við Bethel Music í Kelduni í Skálafirði.

Bethel Music, úr Redding California, er kent navn innan kristna tónleikapallin. Bólkurin hevur síðan 2001 givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg. Millum sangarar teirra eru Brian & Jenn Johnson, Jeremy Riddle, Steffany Gretzinger, Hunter Thompson, Leeland, Bethany Wohrle og Jonathan Helser. Høvuðssangarnir í føroyum verða Hunter Thompson og Bethany Wohrle, ið hava bólk við sær. Konsertin verður sunnukvøldið 5. august kl.20 í Kelduni og vænta fyrireikarnir ein fullan sal. Toymið frá Bethel Music luttekur eisini á morgunmøtinum í Kelduni sunnudagin 5. august.