Konsert Listastovuni í Miðvági í kvøld kl. 20

mentan02-02-2018 - 17:39 - Jóanis Nielsen

- KONSERT við sangií Listastovuni í Miðvági - "TÓNAR" úr Vágum og Ingibjørg, Ernst og Ólavur - fríggjakvøldið 2. februar kl. 20.00 -

Ingibjørg Hansen, sopran, Ernst Sondum Dalsgarð, tenor og Ólavur Jakobsen, gittar, saman við Ungdómskórinum TÓNAR, syngja og spæla kendan og spennandi ókendan tónleik. Vit fara at hoyra operaariur, fólkslig løg og føroyskar sangir.

Unga songkvinnan Ingibjørg, hevur bergtikið við síni kláru, sterku rødd. Ein sannur gimsteinur, sum høgdur úr helluni í Mikladali, har ið hon er ættað.
Ernst kenna vit úr óteljandi høpum. Bæði í løttum leiklutum, men eisini í størri og krevjandi uppgávum á Kongaligu Operuni í Keypmannahavn.
Orkesturtónleikin hevur Ólavur lagt til rættis fyri gittara, og bindur hann tónleikaliga partin saman við meistarliga gittarleiki sínum.

Hetta við góðum stuðuli frá Ungdómskórinum TÓNAR úr Vágum, ið Katrin Jørgensen stjórnar.

Nógv verður gjørt burturúr, so fólk fáa eina lætta og forvitnisliga uppliving úr sangheiminum.

Konsertin varir ein tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Atgongumerki fáast til keyps við dyrnar í Listastovuni innan konsertina fríggjakvøldið 2. februar kl. 20.
Børn undir 16 ár hava ókeypis atgongd.

Konsertin verður stuðlað av Konsertfelagnum