Konsert í SÍF húsinum sunnukvøldið

mentan25-08-2017 - 20:19 - Jóanis Nielsen

Sunnukvøldið 27. august kl. 20.30 verður konsert í Sandavági.

Tað er bólkur við ungum kvinnum úr Fjarðabygd í Íslandi sum er vinarbýur hjá Sandavági.
Kvinnurnar eru lívligar og stuttligar, syngja alt frá fólkatónleiki til popp og rockløg, sum vit øll kenna og kunnu syngja við.

Øll eru vælkomin, ókeypis atgongd.