Konfirmatiónirnar 2020

mentan12-08-2020 - 09:19 - Jóanis Nielsen

Fólkakirkjan skrivar:

Á vári 2020 vórðu allar konfirmatiónirnar avlýstar vegna farsóttina, ið av álvara gjørdi um seg. Nú er onnur bylgjan komin, og alneyðugt er at vísa størsta varsemi.

Tað er harmiligt hjá teimum ungu, um tey ikki verða konfirmerað, nakað, ið tey saman við teirra kæru við gleði hava sæð fram til.

Um hesin árgangurin av konfirmantum skal verða konfirmeraðar í ár, mega vit taka serlig atlit, so konfirmatiónin ikki verður ein kelda til størri spjaðing av smittuni.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur verið í regluligum samskifti við politisku umsitingina, koronaráðgevingina og læknafrøðiligar myndugleikar.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur einans heimild at koma við einum tilmæli til tann partin av konfirmatiónini, ið beinleiðis fer fram í kirkjuni.

Veitslan ella samveran eftir konfirmatiónina er ábyrgdin hjá foreldrunum og teimum avvarðandi.

Tó, leiðslan í fólkakirkjuni loyvir sær at vísa á almennar útsagnir frá serkønum læknafrøðiligum myndugleikum. Almennu tilmælini mæla staðiliga frá størri veitslum.

Sóknarpresturin kunnar konfirmantar og foreldur um hesi viðurskifti. Víst verður til heimasíðuna hjá fólkakirkjuni www.kirkjan.fo

Covid-19 tilmæli
1) Konfirmatiónirnar verða teir dagarnar, ið eru lýstir og ásettir.
2) Tey stóru holdini verða býtt sundur, so í mesta lagi 10 konfirmantar verða konfirmeraðir undir somu gudstænastu.
3) Á størri plássum við stórum kirkjum verða holdini konfirmerað í somu kirkju t.d. kl. 10, 12 og 14.
4) Kirkjan verður gjørd rein og sprittað eftir hvørja konfirmatión.
5) Konfirmatiónin er ikki almenn. Talið, ið konfirmanturin hevur við sær í kirkjuna verður avmarkað, t.d. foreldur, systkin, ommur og abbar.
6) Konfirmantarnir hava ikki fysiska kontakt hvør við annan ella onnur.
7) Almennu tilmælini um frástøðu, reinføri og avmarkað fólkatal eru galdandi.
8) Sóknarpresturin tekur ikki í hondina á konfirmantinum. Presturin signar konfirmantin við krossins merki ístaðin fyri handaálegging.
9) Sóknarpresturin hevur ábyrgdina av konfirmatiónini og løtuni í kirkjuni.

Tórshavn 11. august 2020

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur