Kommunustjóri til Vága kommunu

12-10-2018 - 14:26 - Jóanis Nielsen

 Vága kommuna søkir eftir kommunustjóra at byrja í starvi 1. januar í 2019, ella skjótast gjørligt. Vit geva okkum stundir at bíða eftir tí rætta.  

Starvið:

Starvið sum kommunustjóri er tvíbýtt. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá kommunustýrinum og borgarstjóranum og ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum. 

Vága kommuna væntar, at kommunustjórin er virkin og framsøkin í arbeiðinum at menna kommununa. Hetta setir kommunustjóranum serlig krøv um at stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi. 

Starvið er tænastumannalíknandi og er flokkað sambært 36. lønarflokki í tænastumannasáttmálanum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er áljóðandi kr. 46.291,68 um mánaðin umframt 15% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. 

Uppgávurnar hjá kommunustjóranum eru:

At vara av fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu stýringini í Vága kommunu, herundir eisini: 

- At vera skrivari hjá býráðnum og tryggja góðar, løgliga og fyrisitingarliga tryggar karmar um politiska arbeiðið 

- At tryggja, at fyrisitingin veitir politisku skipanini hóskandi, fakliga dygga og rætta ráðgeving, og at mál verða avgreidd, tá avgerðir eru tiknar 

- At seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir 

- At tryggja gott samskifti við borgarar, vinnulív og viðskiftafólk 

- At tryggja og menna dagligu arbeiðsgongdirnar í fyrisitingini 

- At umboða kommununa á professionellan og siðiligan hátt 


Umskøjarin: 

Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir. Harumframt skal umsøkjarin: 

- Hava kunnleika til og royndir frá fyrisiting, leiðslu og fíggjarstýring í almennum stovni ella privatum virki 

- Hava kunnleika til almenna umsiting, og kunnleiki til kommunal viðurskifti er ein fyrimunur 

- Hava góð evni at samskifta og málbera seg 

- Vera siðilig/-ur og vísa øðrum álit og virðing 

- Vera fleksibul og hava góð samstarvsevni 

- Hava góð evni at meta um støður, og góð analytisk evni 

- Politiskt tev er eitt krav, og royndir frá arbeiði í politiskum umhvørvi ein fyrimunur. 

Samband og umsókn: 

Fleiri og greiniligari upplýsingar um starvið eru at finna í starvsprofilinum á heimasíðuni hjá Vága kommunu: www.vaga.fo. 

Áhugað, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru eisini vælkomin at venda sær til Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra á tlf. 794410 ella umvegis teldupostadressu eyddis@vaga.fo. 

Umsóknir við cv, viðmælum, revisváttan v.m. skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. november 2018 kl. 12.00 og skulu sendast til 

Vága kommuna 

Hammersheimbsvegur 1 

360 Sandavágur 

ella á teldupost eyddis@vaga.fo, 

Merk umsóknina: Kommunustjóri. 


Um kommununa: 

Vága kommuna er ein virkisfús kommuna í í framgongd. Fíggjarætlanin fyri 2019 javnvigar við umleið 90 milliónum krónum um árið. 

Vága býráð hevur 11 limir. Politiska arbeiðið er skipað í hesa nevndir: Fíggjarnevnd, tekniska nevnd, menturnar- og trivnaðarnevnd og vinnu- og havnanevnd. 

Í kommununi starvast 160 fólk í ymiskum stovnum hjá kommununi. Fyrisitingin hjá Vága kommunu heldur til í hølum á Hammersheimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrisitingin er skipað í tekniska deild, fíggjardeild, námsfrøðiliga ráðgeving og móttøku. Í fyrisitingini starvast 8 fólk umframt borgarstjóran.