Kommunurnar skulu hava heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum

politikkur24-02-2017 - 09:35 - Jóanis Nielsen
Fólkaflokkurin hevur sett uppskot fram, um at broyta skattalógina, soleiðis at kommunurnar eisini kunnu áseta botnfrádráttin í kommunuskattinum.

Við verandi lóggávu kunnu kommunur sjálvar áseta skattaprosent og barnafrádrátt. Endamálið við hesum uppskoti er, at kommunur eisini fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum. 

Vanliga hevur botnfrádrátturin í landsskatti og í kommunuskatti verið tann sami. Við flatskattinum var botnfrádrátturin í landsskattinum hækkaður úr 30.000 kr. heilt upp í 65.000 kr., so eingin inntøka undir 65.000 rindar nakað í landsskatti, ein stórur bati fyri 1000-tals føroyingar við teimum allar lægstu inntøkunum. Hesi hava síðan flatskattin ongan bata fingið, og Fólkaflokkurin heldur, at tíðin nú er komin.

 Av tí, at allar lægstu inntøkurnar bert rinda kommunuskatt, er neyðugt at gera broytingar her, og bert botnfrádrátturin í kommunskattinum kann røkka endamálinum. 

Botnfrádrátturin í kommuskattinum er 30.000 kr, og við hesum uppskoti verður heimilað kommunum at hækka botnfrádráttin. Botnfrádrátturin í kommunuskattinum kann eftir uppskotinum ásetast millum 30.000 kr. og 65.000 kr. Ynskiligt hevði verið, at kommmurnar líðandi hækkaðu botnfrádráttin upp til 65.000 kr., sum er sama støði, sum botnfrádrátturin í landskattinum er. Hetta fyri at tey allar lægstløntu eisini fáa ein bata, tað sigur fólkaflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.