Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava handað sáttmálakrøv

vinna25-02-2020 - 14:25 - Jóanis Nielsen

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi í dag kl. 13 í hølum Maskinmeistarafelagsins.

Sáttmálin partanna millum, ið fevnir um maskinmeistarar í starvi hjá SEV og IRF, gekk út hin 1. oktobur 2019.

Samráðingarleiðarar eru fyri Maskinmeistarafelagið Ólavur Gunnarsson, formaður og fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Anita Fuglø, leiðari.

Á fundinum luttóku eisini vegna Maskinmeistarafelagið Regin Olsen, næstformaður, John Højsted, nevndarlimur, Sjúrður Heinesen, skrivstovuleiðari, Torkil Strøm, álitisfólk, Páll Vík, álitisfólk og Hallur Andreasen, álitisfólk. Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið luttók eisini Jónleyg J. Bech, fulltrúi.

Partarnir fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini. Fundarrøð er avtalað partanna millum, og hittast partarnir aftur 11.03.2020.