Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava undirskrivað semju

vinna02-07-2020 - 14:10 - Jóanis Nielsen

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í morgun skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019 og komu partarnir í morgun fram til eina semju eftir at hava verið á tveimum fundum.

Ásannandi, at óvissa enn er um búskaparligu framtíðarútlitini í kjalarvørrinum av covid-19, hava partarnir valt at gera ein eitt ára sáttmála, ið sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2019 til 30. september 2020.

Nýggi sáttmálin byggir á eina samlaða lønarhækkan á 2,56%. 1. oktobur 2019 hækka lønirnar við 1,56%, meðan eftirlønin hækkar frá 12,5% til 13,75%.

Harumframt er broyting í skalagongd eisini partur av semjuni.