Komið og gerið tingini eitt sindur annarleiðis í ár

Politikkur15-05-2020 - 18:47 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir eina heldir annarleiðis byrjan uppá 2020 við Korona avmarkingum, mugu vit sanna at árið í ár verður eitt sindur annarleiðis enn vit eru von við.

Vit kunnu ikki samlast sum vit kenna tað frá fyrr, og fara ikki út at ferðast sum vit plaga, men verða heima og annars ferðast í egnum landi.

Hetta setur øðrvísi krøv til okkum sum kommunu, hvussu vit skipa fyri og annars stuðla tiltøkum, sum plaga at verða hildin í kommununi.

So í ár fara vit at gera tingini eitt sindur annarleiðis.

Nú tá flest okkara fara at vera heima í summar, hugna um heima og í umhvørvinum har vit eru, ynskir kommunan at seta fokus á umhvørvi, trivna og vælveru í kommununi. Vit fara tí at skipa fyri átøkum og tiltøkum á hesum trimum økjunum.

Vit ynskja at fríðka um, skapa fleiri útiøkir og skipa fyri tiltøkum, og annars fara væl við umhvørvinum, og royna at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi vit hava.

Arbeiðið er byrjað at seta eina skrá saman fyri summari. Sølvi Simonarson er settur at samskipa átøk og tiltøk, men vit ynskja at taka tykkum við uppá ráð, at koma við hugskotum um hvørji átøk vit kunnu gera, og hvørji tiltøk vit kunnu vera við at skipa fyri.

Verkætlanin við Ung í arbeiði verður eisini aftur í ár, og eru tit vælkomin at senda okkum uppskot um hvørji arbeiði tey kundu gjørt; mála, rudda gøtur, byggja upp útiøkir og annað fyrifallandi.

Sendi ein teldupost til solvi@vaga.fo, støkk inn á gólvið, ella ring og fá eitt prát við Sølva. Vit viðgera øll hugskotini, sum vit meta bera til at gjøgnumføra, í hesum umfarinum, og gera síðani eina samlaða skrá fyri summarið 2020.

Vinarliga heilsan

Eyðdis Hartmann Niclasen, Borgarstjóri