Kom og verð partur av okkara spennandi toymi í Almannaverkinum í Vágum

Lýsing21-01-2020 - 21:25 - Jóanis Albert Nielsen

Vit søkja eftir trimum starvsfólkum at arbeiða í Vágum.

Um størvini

Veristaðið Skáin og stuðulstoymið

  • 1 fast starv á fulla tíð frá 01.02.2019. Arbeitt verður í dagtímum, og onkur einstøk kvøld.
  • 1 farloyvisstarv á brøk 0,8 at byrja skjótast til ber til 31.08.2021. Arbeitt verður í dagtímum, og onkur einstøk kvøld.

    Frítíðartilboðið í Vágum
  • 1 fast starv á 0,8 at byrja skjótast til ber. Arbeitt verður í dagtímum, og einstakar dagar longri.

Arbeiðsuppgávur í Skáanum og í stuðulstoyminum

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og eru m.a. at skipa fyri virksemi, sum er á staðnum. Skáin er eitt veristað, har rúm er fyri fjølbroytni og góðum hugskotum, sum kunnu gagna teimum borgarum, sum koma á staðið.

Arbeiðið í stuðulstoyminum fevnir m.a. um at stuðla borgarunum í at mennast og at megna gerandisdagin. Somuleiðis er uppgávan at stuðla borgarunum í at halda persónligar førleikar við líka, at vera við til at hjálpa teimum at fáa ein góðan og innihaldsríkan gerandisdag. Harafturat er ein partur av uppgávunum at ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum.

Arbeiðsuppgávur í Frítíðartilboðnum

Í tryggum umhvørvi eru við til at menna førleikarnar hjá børnunum, at tey gerast før fyri, at møta teimum avbjóðingum, ið lívið ber við sær. Í okkara arbeiði vilja vit møta einstaka barninum á tí støði, tað er á, og út frá tí menna tey til at megna egið lív og avbjóðingar, at tey í størstan mun læra sosialar førleikar og at samskifta við onnur menniskju.

Førleikakrøv

Útbúgving sum námsfrøðingur, ergoterapeutur, fysioterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur, sosialráðgevi ella heilsurøktari. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri og autismuøkið. Um eingin við omanfyrinevndu útbúgving søkir starvið, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.

Væntanir

Væntað verður, at tú dugir væl at arbeiða við fólki, og hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt. Tú má vera opin fyri nýhugsan og avbjóðingum, og hava góð samstarvsevnir.

Fleksibilitetur, tolni og eitt rúmligt lyndi, eru góðir eginleikar at hava í starvinum.

Vit vænta eisini at tú hevur koyrikort.

Trivnaðardepilin – Eind 4

Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu, og somuleiðis er alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágunum undir Eind 4.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfelag, Starvsmannafelagið og Heilsurøktarafelagiði.

Umsókn

Tú søkir starvið við at klikka á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 28.01.2020 kl 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Rannvá í Løðu, leiðara á telefon 297486.

Dagførd og víðkað 21.01.2020