Kollafjarðasligir kollafjarðardagar í Kollafirði

mentan14-09-2021 - 19:19 - Jóanis Nielsen

 Tórshavn.fo:

Frá hósdegnum 16. september til og við sunnudagin 19. september verður stevna í Kollafirði. Kollafjarðardagar umfata ymiskt frá hálvum marathon á súkklu, at fletta tarvkálv, at syngja við Jens Marna, at uppliva gin-yoga og kvæðamentan – og so fáa øll ókeypis morgunmat og sleppa at dyppa á sjónum. Skráin sæst niðanfyri.

 

Hósdagur 16. september

Kl. 19.00: Kvinnukvøld í Kollafjarðar skúla.

Bára Silvansdóttir, stylecoach, fer at hava eitt upplegg við hesum evnum:

1) Finn tína stílkjarnu

2) Kroppur og snið

3) Positiv kropsfatan

4) Lær teg at finna klæðir, sum tú kennir teg væl í.

Eisini fer Bára at gera makeover av tveimum lokalum kvinnum. Tað verður klædnahandilin Brá, sum fer at lata klæðir til makeover.

Fríða Petersen frá Livna sýnir vørur fram, sum hon selur innan vælveru og kosmetikk. Livna letur eisini sminkuna til makeover.

Trina Eysturoy frá Siri fer m.a. at greiða frá, hvat tú skalt hugsa um, tá tú keypir undirklæðir.

Helena í Kálvalíð fer at syngja nakrar sangir. Kaffi/te og kakur vera at fáa. Allar kvinnurnar fáa ein lítlan gávuposa heim við.

Atgongumerki verða seld í forsølu nakrar dagar áðrenn tiltakið. Lýst verður á “Kollfirðingar á Facebook”. Kostnaður 200 kr. og tað er avmarkað pláss.

Kl. 19.00: Einars Distillery bjóðar til áhugaverda smakking á caféini við Sjógv. Høvi verður at royna whisky, gin o.a. Ein biti fæst afturvið. Neyðugt er við tilmelding. Tilmelding fer fram við at ringja til onkran í nevndini hjá KÍF kappróður. Tel. 252180, 588713, 509071 ella 597079

 

Fríggjadagur 17. septembur

Kl. 17.00 – 02.00: Caféin við Sjógv er opin. Køkurin er opin til kl. 24.00. Møguligt verður at bíleggja út við – hetta gera tit við at fylgja vegleiðingini, ið kemur á facebooksíðuna hjá Café Við Sjógv. Har verða allir upplýsingar viðvíkjandi caféina hesar dagar – matskrá, hvussu bíleggur tú, tiltøk osv.

Kl. 19.00: Kollafjarðardagarnir verða settir í fimleikarhøllini. Anna Rúna Jakobsen setur dagarnar. Kaffi/te, sunkist og kondittarakøka frá bakaranum á Oyrareingjum fáast til keyps. Hanna og Terji syngja og spæla nakrar sangir, og aftaná verður farið upp á gólv eina løtu, har vit kvøða stuttar og lættar vísur og tættir. Karstin í Húsinum tekur saman.

Kl. 18.00 og úteftir: “Garasjan”, ella gamla Chill, hevur opið hús fyri ungdóminum í bygdini. 18 ára aldursmark.

Kl. 21.00: Pubquiz á caféini við Sjógv. Verturin verður eingin minni enn okkara egni Árant Djurhuus. Evnið hetta kvøldið er "kollfjarðarsligt" - so lagt upp er til eina stuttliga kapping.

Kl. 22.00 – 24.00: Kollafjarðar Trivnaðarfelag skipar fyri “Upp á tá” dansi í skótahúsinum. Ókeypis atgongd. Kaffi, te og kaka fæst til keyps. (tað er ikki loyvi at drekka alkohol inni í skótahúsinum)

Kl. 23.00: Livetónleikur við Jákupi Ólavssyni á caféini við Sjógv.

 

Leygardagur 18. september

Kl. 8.00 – 11.00: Bátafelagið og bjargingarfelagið skipa fyri almennum, ókeypis morgunmati í bátahylinum.

(Vegurin oman til bátahylin verður stongdur, møguleiki er at parkera bilarnar við Missiónshúsið, skúlan ella ítróttarhøllina).

Kl. 9.00: Sjódypping í Ósanum.

Kl. 9.00: Saunagos-vognurin hjá Kvirru stendur í bátahylinum. Kostnaður 200 kr. Tilmelding á tlf. 238080 ella skriva til kvirra@kvirra.fo. Avmarkað pláss. Nærri kunning kemur á “Kollfirðingar á Facebook”.

Kl. 10.00: Hálvmarathon á súkklu. Byrjað verður í bátahylinum. Luttakararnir fáa kirvi og frukt. Live-tónleikur við Jens Marna, Signar í Homrum og Báru Silvansdóttir & Margeir verður at hoyra á rutuni.

Kl. 10.00 – 14.00: Skótarnir skipa fyri fiskibrunni niðri í bátahylinum.

Kl. 12.00: Kappróðrardeildin hjá KÍF skipar fyri fletting av einum tarvkálvi í bátahylinum. Møguleiki er at tippa vektina á kálvinum og vera við í kappingini um at vinna ein fjórðing. Nærri kunning kemur á "Kollfirðingar á Facebook".

Kl. 12.00: Matvognurin “Kahyttan” stendur á økinum.

Kl. 12.00 – 20.00: Kollafjarðar Trivnaðarfelag hevur ókeypis hoppiborgir í fimleikarhøllini. Um viðrar verða tær í skúlagarðinum.

Kl. 14.00: Gin-yoga í bátahylinum. Kostnaður 399 kr. Avmarkað pláss, tilmelding við at ringja til Berg Dam Jensen á 252180.

Kl. 15.00: Barnatiltak v/Rógva Dam í fimleikarhøllini. Kostnaður 50 kr.

Kl. 16.00 – 18.00: Ríðifelagið Dalaross hevur ponyríðing við læknamiðstøðina.

Kl. 17.00 – 04.00: Caféin við Sjógv er opin. Køkurin er opin til kl. 24.00. Møguligt verður at bíleggja út við – hetta gera tit við at fylgja vegleiðingini, ið kemur á facebooksíðuna hjá Café Við Sjógv. Har verða allir upplýsingar viðvíkjandi caféina hesar dagar – matskrá, hvussu bíleggur tú, tiltøk osv.

Kl. 18.00 og úteftir: “Garasjan”, ella gamla Chill, hevur opið hús fyri ungdóminum í bygdini. 18 ára aldursmark.

Kl. 18.00: Hondbóltsdystur í ítróttarhøllini: KÍF - Team Klaksvík. Lutaseðlasøla er í høllini, meðan dysturin er.

Kl. 21.00: Bátafelagið skipar fyri “Syngið við” í bátahylinum. Hanna, Terji og Marni spæla. Møguleiki er eisini fyri at taka ein “svingom.” Øl og cider verður til keyps.

Kl. 23.00: Uni Leitisstein Hansen hevur valt nakað av blandaðum tónleiki til eina hugnaliga løtu á caféini við Sjógv. Um tú vilt tríva í ein sang ella taka ein dans so verður eisini møguleiki til tað.

Kl. 24.00: KÍF skipar fyri dansi við ROX í bygdarhúsinum. Smyrjibreyð verður til keyps.

 

Sunnudagur 19. september

Kl. 10.30: Morgunmøti í Zion.

Kl. 11.00: Gudstænasta.

Kl. 12.00: Sunnudagsskúli í Zion.

Kl. 13.00: Kollafjarðar Trivnaðarfelag skipar fyri gongutúri við Sjógv við Trygva Samuelsen og Rólvi Djurhuus.

Kl. 14.00: Caféin við Sjógv er opin. Matur fæst til keyps. Møguligt er at bíleggja út við. Køkur frá bakaranum á Oyrareingjum eru til keyps afturvið einum kaffimunni. Hanna, Terji og Marni spæla “lounge” tónleik frá uml. kl. 18-20.

Kl. 14.00: Sunnudagsskúli í Missiónshúsinum.

Kl. 14.00 – 17.00: Skótarnir skipa fyri sølutorgi í fimleikarhøllini við heimagjørdum lutum og loppum.

Kl. 17.00: Møti í Missiónshúsinum v/ Marjun Kass Nielsen.

Mikudagur 22. september

Kl. 19.00: Kollafjarðar Bygdarsavn og bókasavn skipa fyri einum spennandi fyrilestri við Hanusi Kamban um kvæðamentanina við Sjógv og skaldini við Sjógv. Norðursteymoyar dansifelag luttekur eisini. Tiltakið verður á bókasavninum í skúlanum.