Kódnar Føroya Banka toskurin av hita og vedurlagsbroytingum

Vinna14-04-2019 - 12:52 - Jóanis Albert Nielsen

Magnus Heinason var a Føroya Banka í farna mánada har hann fekk 161 toskar og umleid 5 tons av hýsu. Matstovan Barbara hevdi fullt hus trý kvøld har fólk gleddist um vælsmakkin av Føroya Banka, millum heimsins bestu rávørur.

Aftaná at hava verid fridadur i fleiri ár hevur toskurin ikki mennt seg so nogv sum vónad hevur verid. Ein orsøkin er sjalvandi at ovurhonds ránsveidan nærum oyddi toskin og at gýtingarstovnurin harav er sera lítil og vidbrekin.

Nú eru havfrødingar farnir at gera vart vid eitt annad sera álvarsamt fyribrigdi nevniliga vedurlagsbroytingar á okkara leidum ! Vedurlagsbroytingar gera at sjógvurin hitnar. Tad er stadfest at tad er heitari a Føroya Banka enn á landgrunninum og er man farin at tosa um at tad kanska longu nú er ov heitt á Bankanum hjá toskinum at gýta sum hann skal ! Hýsan tolir betur hita men øktur hiti er sera skadiligur fyri nebbasildina !

Er hitin á Føroya Banki kanska fyrsta ítøkiliga dømi uppá skadiligar vedurlagsbroytingar hjá okkum ?

Fer tad veruliga at hitna á landgrunninum kann hetta fáa risa negativar avleidingar fyri Føroyar um toskurin og nebbasildin hvørva og allarhelst ivasamt um tad fer at bera til at ala laks á sjógvi.

Hetta eru álvarsmál og eru stig tikin til at halda eina rádstevnu í Nordurlandahusinum 11 Sept um hesi evni sum hava vitalan tydning fyri okkara samfelag.

Johan Mortensen