Klintrimús og hini dýrini við Løkin

mentan08-02-2018 - 15:18 - Jóanis Nielsen

Hesa vikuna hava næmingar í 10. flokkunum í Runavíkar skúla og Tofta skúla spælt barnaleikin um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. 

Leikurin er úrslit av verkætlanararbeiðinum hjá 10. flokki, sum í fleiri ár hevur verið at sett ein leik upp. 


Næmingarnir hava vant í tvær vikur og spæla hesa vikuna, um morgunin fyri barnagørðum og skúlum og um kvøldið eru almennar sýningar. 


Í kvøld kl 19.00 er seinasta almenna sýninginin, og sostatt seinasti møguleiki at síggja leikin. 


Sjónleikurin er í Løkshøll, har pláss er fyri 305 áskoðarum.