Mynd: Sverri Egholm

Klárt til stóra brakið

ítróttur13-04-2019 - 07:56 - Jóanis Albert Nielsen

HSF skrivaði í gjár: Karmarnir eru av teimum bestu, tá føroyska manslandsliðið skal í eldin móti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn.

Í allan dag hevur verið gjørt klárt til stóru hondbóltsveitsluna, har áskoðararnir fáa møguleika at uppliva tveir dystir, slag í slag, undir sama taki. Fyrst Føroyar og Ukraina og síðan Danmark og Montenegro.

Í dag hava hesi fýra liðini eisini vant í stásiligu høllini, sum í morgin fer at hýsa 11.600 áskoðarum.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 16.45 føroyska tíð. Kringvarp Føroya.